Innanlands

Kristin Michelsen stillar uppaftur til løgtingið

Samstundis kallar hann støðuna á Tvøroyri fyri eina persónsjakstran

Kristin Michelsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kristin Michelsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-22 11:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ja, sjálvandi. So avgjørdur var Kristin Michelsen, tá R7 spurdi hann, um hann fór at stilla upp aftur til komandi løgtingsval. Kristin Michelsen sigur, at nógv fólk heita á hann at halda fram í løgtingum.

Kristin Michelsen sigur eisini, at hann væntar at løgmaður fer at skera ígjøgnum við spurninginum um borgarstjórasessin á Tvøroyri.

- Tað álit havi eg á løgmanni, at hann setur hesi fólkini upp á pláss, tí at hetta er bert ein persónsjakstran.

Hoyr samrøðuna her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder