Síðsta fríggjadag vórðu játtanarkarmarnir lagdir fram av Kristinu Háfoss, fíggjarmálaráðnum. Og eftir játtanarkørmunum at døma eru góðar tíðir fyri framman í Føroyum. Úrslitið í 2020 verður sambært játtanarkørmunum 501 milliónir.
- Hettar er tað fíggjarpolitiska málið, sum samgonguflokkarnir hava sett okkum fyri. Tað byggir víðari á tað framgongdina, vit hava havt í samfelagnum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Rakstrarvøksturin í játtanarkørmunum er 3,5 prosent. Kristina Háfoss sigur, at rakstrarvøksturin er varliga mettur, tí fólkavøksturin og prísvøksturin er stórur, umframt at vit gerast fleiri eldri ímun til íbúgvaratalið.
- Fyri at halda hendan varliga rakstrarvøkstrinum á 3,5 prosent veðrur neyðugt við ávísum átøkum, sigur landsstýriskvinnan, sum tí ikki kann siga nakað um, hvørji átøk talan verður um.
- Karmarnir áseta bara eitt yvirskipað tal. Hvørt landsstýrisfólk fær eitt tal, sum tey skulu fylgja. So tað er uppgávan hjá hvørjum einstøkum landsstýrisfólki at koma við teimum neyðugu tiltøkunum fyri at koma niður á handan rakstrarvøksturin, greiðir Kristina Háfoss frá.
- Tað er á góðari leið. Tað er eitt hægri avlop enn í 2019. Men tað er eisini neyðugt, at vit hava yvirskot til at gjalda skuld og til at bjálva okkum við, sigur Kristina Háfoss.
Gevur spádómur um framtíðina meining?
Teir fyrstu játtanarkarmarnir hjá sitandi samgongu vórðu lagdir fram í 2016 og vóru fyri 2017. Tá varð, eins og á hesum ári, gjørd ein meting av, hvat úrslitið fór at verða fimm ár fram ímun. Mett varð eitt nú, úrslitið í 2020 fór at verða 189 milliónir, sum er nógv minni enn tær 501 milliónirnar, sum roknað verður við nú. Úrslitið varierar sjálvandi út frá nógvum ókendum faktorum. Tað ber eitt nú ikki til at spáa um, hvat inntøkurnar hjá landinum verða fimm ár fram í tíðina. Men hví spáa um hvat úrslitið veðrur í framtíðini, tá tú kortini ikki kann vita tað?
- Eg haldi tað er øgiliga týðandi, at vit tvinga okkum sjálvi at hyggja nøkur ár fram. Tað er so lætt í politikki bara at hugsa eitt ár fram, men sum samfelag hava vit brúk fyri at planleggja betri. Gjarna longur fram enn fimm ár, sum gjørt verður í játtanarkørmunum, sigur Kristina Háfoss. Hon greiðir frá, at nógvar av útreiðslunum fyri tey næstu árini eru óvissar.
- Íløgurnar eru ítøkiligar. Vit hava ein langan lista yvir hvat skal byggjast í framtíðini, sigur Kristina Háfoss. Hon sigur at nógvar av íløgunum eru longu samtyktar lógir so sum eitt nú Havrannsóknarskipið, Landssjúkrahúsið og so framvegis.
Játtanarkarmarnir hava verið fyri fyrstu ferð í tinginum. Roknast kann við, at samgongan einsamøll samtykkir játtanarkarmarnir. Tá fíggjarlógin skal leggjast fram áðrenn 1. oktober, er eitt nýtt Løgting valt. Kristina Háfoss ásannar, at tað sjálvandi fara at vera broytingar í kørmunum til fíggjarlógina, tí nýtt samgonguskjal skal undir øllum umstøðum setast saman áðrenn tað.
- Hettar er so okkara boð. Men tað fara at verða broytingar. Tjóðveldi ætlar eitt nú at seta sum krav til einar nýggjar samgongusamráðingar, at blokkurin skal slúsast út av búskapinum, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald