Mentamálaráðið boðaði fríggjadagin Løgmansskrivstovuni frá, at tað metir seg vera ógegnigt at viðgera kæru frá Liljuni Weihe í málinum um uppsøgn hennara úr starvinum sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
Orsøkin er, at Mentamálaráðið í tveimum førum hevur viðgjørt og tikið avgerð í málinum, umframt at advokaturin hjá Lliljuni Wehe er komin við uppáhaldi um, at Mentamálaráðið sum kærumyndugleiki beinleiðis hevur ráðgivið Kringvarpinum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur tí avgjørt at lata Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, málið at avgreiða.
Les eisini: Liljan Weihe aftur kært Kringvarpið
Les eisini: Hetta hevur málið kostað Kringvarpinum
Les eisini: Mentamálaráðið bað advokat hyggja at kæruni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald