Innanlands

Krókabrekkan skal aftur eita Krókabrekkan

Óheppið, at tað ikki er koyrandi til Hoyvíksveg 1, 4 og seks eftir Hoyvíksvegnum

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2018-11-26 15:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sum nú er, endar ella byrjar Hoyvíksvegur í Havn ikki har, sum J. H. Schrøtersgøta byrjar/endar beint við Vørðsluna.

Hoyríksvegurin heldur fram oman einar trappur og eftir tí, sum havnarfólk altíð hava kallað Krókabrekkan.

Tórshavnar kommuna skrivar í dag, at nú er ætlanin, at henda stutta brekkan skal fáa sítt upprunaliga navn aftur.

- Tað eru helst fleiri, sum eins og Umhvørvisstovan halda, at tað er óheppið, at niðasti partur av Hoyvíksvegnum eitur Hoyvíksvegur. Tí koyrandi er als ikki til húsini nummar 1, 4 og 6 frá Hoyvíksvegnum, skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Mælt verður tí til, at hetta verður broytt, soleiðis at niðasti parturin aftur fær sítt egna gamla navn – Krókabrekkan. Soleiðis nevna havnarfólk vegin kortini.

Gøtunavnanevndin hevur, eins og mentamálanevndin, mælt til at geva hesum partinum av Krókabrekkuni navnið aftur. Hetta skal tó góðkennast av býráðnum nú hóskvøldið. 

[object Object]
(Mynd: torshavn.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder