Gassskáp til uttandura fløskur, broytingar í rýmingarleiðum, broyta neyðljósskipan, manglandi útsúgving til pussiverkstað.
Tað eru bara nøkur av teimum 21 ynskjunum, sum leiðslan á Glasi hevur um ábøtur á skúlanum.
Eisini er brúk fyri at loftið í fimleikahøllini verður fest. Tað fer at kosta 450.000 krónur at gera.
Les eisini: Glasir: Listi datt 7 metrar niður úr loftinum
Samlaða upphæddin fyri ábøturnar, sum skúlin hevur tørv á, er góðar 7 milliónir krónur.
Hetta stendur í fylgiskjali, sum Landsverk hevur latið fíggjarnevndini, sum í hesum døgum viðgerð eykarokningar á skúladeplinum í Marknagili. Rigmor Dam, landsstýrkskvinna, hevur biðið løgtingið um 28,6 milliónir og boðar samstundis frá, at hon møguliga skal brúka meira enn 17 milliónir afturat til skúlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald