placeholder
Innanlands

Krúnprinsurin hevur ferðast í føroysku náttúruni

Fazza hevur notið náttúruna í Vágunum

Skíggjamynd av Instagramvanganum hjá Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid al Maktoum

Skíggjamynd av Instagramvanganum hjá Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid al Maktoum

2018-07-17 13:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

Krúnprinsurin í Dubai, Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid al Maktoum, vanliga nevndur Fazza, hevur seinastu dagarnar vitjað í Føroyum.

Á sínum vanga á Instagram hevur krúnprinsurin lagt myndir út úr Gásadali, har hann hyggur at fossinum, og eisini sæst mynd, har teir grilla onkunstaðni í Føroyum.

Á vanganum eru eisini sokallaðar “mystory”-sjónbond og myndir, har tað sæst, at krúnprinsurin hevur verið á Trælanípuni, við Bøsdalafossi og hevur etið á matstovuni á Hotel Føroyum.

Sí Instagramvangan her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder