placeholder
Innanlands

Krúnprinsurin í Dubai í Føroyum

“Fazza” er í Føroyum í hesum døgunum

Skíggjamynd av Instagramvanga hjá Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid al Maktoum

Skíggjamynd av Instagramvanga hjá Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid al Maktoum

2018-07-17 12:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Krúnprinsurin í Dubai er í hesum døgum og vitjar í Føroyum. Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid al Maktoum, vanliga nevndur Fazza, hevur í dag lagt tvær myndir út úr Gásadali.

Føroyskir miðlar hava skrivað um at eitt stórt privat flogfar hevði sett seg á flogvøllin í Vágunum. JN.fo skrivar, at flogfarið setti seg sunnudagin klokkan 16, og at flogfarið umvegis London úr Dubai setti seg í Vágunum.

Nú er lítil ivi um, at tað var krúnprinsurin, sum kom við flogfarinum.

Fazza hevur lagt tvær myndir úr Gásadali út á sín vanga á Instagram, har hann hevur 6,4 mió. fylgjarar.

Skíggjamynd av Instagramvanga hjá Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid al Maktoum

Sí Instagramvangan her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder