Innanlands

KT má endurhugsast

Bæði samfelagsligar, námsfrøðiligar og fakligar orsøkir eru til at endurnýggja undirvísingina í KT, og nýggja lærugreinin ’informatikkur’ er eitt boð.

2019-02-08 20:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tøkniliga menningin gongur við rúkandi ferð. KT gerst ein alsamt størri partur av okkara gerandisdegi og mørkini fyri, hvat tøknin kann og ger, eru alt meira torfør at gjøgnumskoða. Kortini eru lærugreinarnar innan KT í føroysku skúlunum ikki mentar og broyttar í nóg stóran mun til, at vit tryggja, at okkara ungu duga KT og hava nóg holla vitan um KT. Myndugleikar í londum sum Bretland, Týskland, Frakland og Danmark hava viðurkent, at førleikarnir innan KT-økið verða avgerandi í framtíðini og satsa upp á nýggjar KT-lærugreinar, fyri at tryggja, at KT-undirvísingin stendur mát við krøvini, samfelagið setir. 

Hans Olivur Joensen, lærari og serfrøðingur í námsfrøðiligum KT á Glasi, hevur tí arbeitt við, at informatikkur nú verður boðin út sum lærugrein á Glasi.

Nútíðarhóskandi og viðkomandi
Lærugreinin tekur støði í veruleikanærum arbeiðstilgongdum og kt-skipanum og harvið í viðkomandi viðurskiftum í samfelagnum.

Tað eru ymiskar góðar samfelagsligar, námsfrøðiligar og fakligar hugsanir aftanfyri hesa ”endurnýggjan” av kt-fakinum í teimum ymisku londunum. Eitt sum er felags fyri fleiri lond er, at áherðsla verður løgd á týdningin av at menna ”Computational Thinking”, sum grundleggjandi førleika hjá øllum.

Nýggja lærugreinin ”Informatikkur” tekur støði í Computer Science, men tankarnir aftanfyri eru, at nýggja lærugreinin skal vera viðkomandi og áhugaverd fyri bæði gentur og dreingir. Lærugreinin er eisini ment soleiðis, at ein javnvág er ímillum ymiskar greinar innan kt-økið. Lærugreinin er ment til eina nútíðarhóskandi og viðkomandi lærugrein fyri øll ung. Myndugleikarnir hava viðurkent týdninginin av, at førleikarnir innan kt-økið verða avgerandi í framtíðini. Hetta sæst aftur í DK, har lærugreinin er kravd á HHX og á ávísum leiðum á STX.

Innihald og týdningur
Lærugreinin tekur støði í veruleikanærum arbeiðstilgongdum og kt-skipanum og harvið í viðkomandi viðurskiftum í samfelagnum.

Undirvísingin tekur í stóran mun støði í verkætlanum. Hetta ger tað gjørligt og viðkomandi at samstarva við vinnu og onnur, í ávísan mun. Hans Olivur Joensen hevur í arbeiðinum við at gera námsætlan fyri lærugreinina lagt dent á, at veruleiki og lærugrein hanga saman. Tá ið informatikkur er til staðar alla staðnis í samfelagnum, samvirkar kt-menningin við samfelagsmenningina. Informatikkur og innihaldandi partarnir nýskapan og talgild mentan, eru avgerandi fyri at skilja, taka støðu til og geva ískoyti til samfelagsmenningina.

Kjarnin í lærugreinini er viðgerð av- og samvirkan við talgilt dáta, har samspæl er millum ástøði á aðru síðuni og nýtslu á hinari. “Hetta er bæði ein vitanar- og kunnleikalærugrein og ein hegnislærugrein. Hesar báðar síðurnar hanga saman og geva eina fakliga dýbd”, sigur Hans Olivur Joensen.

Lærugreinin verður í fyrsta umfari boðin út á C-stigi og kann veljast av flestu næmingum á Glasi, nú vallærugreinavalið skal gerast í seinasta lagi 14. februar 2019.

- Glasir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder