placeholder
Uttanlands

Kuldamet á innlandsísinum

Veðurstøð miðskeiðis á innlandsísinum staðfestið -55,4 °C fríggjadagin. Hetta er tað kaldasta, sum er mált í oktober

2018-10-30 22:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin varð met kuldamet staðfest í Summit veðurstøðini, sum liggur miðskeiðis á innlandsísinum í Grønlandi. Tað skrivar grønlendska kringvarpið KNR í dag.

Veðurstøðin máldi -55,4 °C, sum er tað kaldasta, sum er mált í einum oktober mánað.

- Temperatururin fall niður á -55,4 °C, sum er tað lægsta, vit nakrantíð hava staðfest í oktober. Undanfarna metið var -55,2 °C, skrivar DMI á Twitter.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder