Innanlands

Kunngerðin broytt – men bonnið er tað sama

Tað er nú gjørt loyvt at taka meira rúsdrekka við í land, men tollur skal rindast av tí

2018-12-10 14:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

At tað sambært nýggjari kunngerð nú er loyvt at taka tríggjar litrar av rúsdrekka við sær tá ein sum ferðandi kemur til Føroya, merkir ikki, at tú fært allar tríggjar litrarnar við uttan at rinda toll.

Tað eru fólk, sum hava undrast yvir, at nýggj kunngerð viðvíkjandi innflutningi av rúsdrekka fyri ferðandi varð lýst 3. oktober í ár, uttan at nøkur broyting er gjørd í tí kunning, sum givin verður ferðandi í sambandi við keyp av rúsdrekka.

Men hetta er orsaka av, at eingin broyting er í skipanini fyri, hvussu nógv ein kann taka við sær tollfrítt.

Hetta verður upplýst í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, sum setti kunngerðina í gildi í oktober.

- Talan er um eina kunngerð, ið loyvir eini praksis, ið hevur verið galdandi í nógv ár. Nevniliga tað, at tollmyndugleikin loyvir, at fólk taka nakað meira við sær í land, um tey rinda toll av tí. Hetta er fyri at henda skipan ikki skal vera í stríð við lóggávuna um, at tað einans er Rúsdrekkasøla Landsins, ið kann flyta inn rúsdrekka, greiðir Jóanna Djurhuus, fulltrúi á uttanríkis- og vinnumálaráðnum frá.

Hetta merkir, at tú sum ferðandi nú hevur loyvi til at taka tríggjar litrar av rúsdrekka, níggju litrar av víni og 10 litrar av øli ella cider við tær tá tú kemur sum ferðandi til Føroya. Men tú skalt rinda toll av tí, sum fer út yvir bonni, altso tað, tú hevur loyvi at taka tollfrítt við tær.

Og tað er, enn sum áður, í útgangspunkti ein litur av rúsdrekka, tveir litrar av víni og tveir litrar av øli, eins og tað sæst á hesum uppslagnum hjá Vága Floghavn.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder