Lýsingagrein

Kunning til valevni

Lýsingar og lesarabrøv á Portalinum og á lýsingaveggjum

2019-05-27 10:00 Author image
Portal.fo
placeholder

Fólkatingsval er útskrivað at vera grundlógardagin, 5. juni.

Tvey føroysk fólkatingsumboð skulu veljast, og harvið er valstríðið skotið í gongd. Her á Portalinum eru nógvir møguleikar fyri at gerast sjónligur og røkka veljaranum.

Øll skulu sleppa framat, og tí hava vit ymsar møguleikar at lýsa. Við lýsingaskipanini Vevlýsingar ber til hjá valevnunum og flokkunum sjálvi at avgreiða sínar lýsingar á høvuðssíðuni portal.fo, men eisini á hinum síðunum í Portal-universinum, dagur.fo, roysni.fo, fiskur.fo, dimma.fo osv.

[object Object]

Sum nakað nýtt ber eisini til at lýsa á lýsingaveggum í Havnini. Í Mannbrekku í Hoyvík, har túsundtals bilar koyra framvið hvønn dag, stendur ein veggur klárur, og tveir veggir hjá Berg Motors á Hálsi standa eisini klárir. Hesir lýsingaveggir koyra eisini umvegis Vevlýsingar, og um heilt stutta tíð eru aðrir veggir klárir kring landið.

Lesarin.fo er eisini til reiðar til fólkatingsval og løgtingsvalið seinni í ár. Tað er ókeypis at leggja út lesarabræv, men møguleiki er eisini at sleppa beinleiðis gjøgnum tíðindastreymin á portal.fo. Kostnaðurin fyri hetta er 1500 krónur, og lesarabrævið verður tá eisini sett á serliga gott pláss á forsíðuni á Portalinum í tvey samdøgur.

Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við okkara søluráðgevar:

Borgar Kristiansen
tlf. 23 66 01
[email protected]

Ólavur Sigurheim
tlf. 23 66 04
[email protected]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder