Sum liður í at skipa Gundadal enn betri og lýsa, hvørjir møguleikar eru í økinum, hevur Tórshavnar kommuna saman við Sp/f MAP Arkitektum gjørt uppskot til skipan av Gundadali.
Uppskotið lýsir fjølbroytta virksemið í økinum og grønu økini við atliti at einari dagføring og samlaðari heildarætlan fyri økið. Heildarætlanin fyri Gundadal sum ítróttar- og trivnaðardepil setir út í kortið miðvísar ætlanir, so at Gundadalur eisini komandi áratíggjuni kann geva verandi og nýggjum ítróttargreinum bestu virkis- og vakstrarlíkindi.
Ætlanin leggur eisini dent á, at Gundadalur framhaldandi er miðstøð fyri altjóða kappingar. Síðst, men ikki minst, skal Gundadalur altíð kennast sum eitt stað, har tað er gott hjá øllum at vera og ferðast í, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Tí bjóðar kommunan til kunningarfund fyri ítróttafeløgum og stovnum í økinum mánadagin 11. november klokkan 17, og fyri borgarum í økinum og Havnini annars klokkan 19.
Á fundunum verður greitt frá høvuðspunktum í uppskotinum, og høvi verður eisini at seta spurningar.
Fundirnir eru í HB-húsinum í Gundadali.
Uppskotið til skipan av Gundadali sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald