Innanlands

Kunningarfundur um stóru røktarheimsverkætlanina á Stórubrekku

Fundurin verður í Skúlanum á Løgmannabreyt í kvøld klokkan 19. Articon fer eftir ætlan undir arbeiði skjótt og verður kostnaðurin fyri kommununa yvir 300 milliónir krónur

2025-05-20 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld, týskvøldið 20. mai, frá klokkan 19 bjóðar Tórshavnar kommuna borgarum í Hoyvík til kunningarfund um Røktarheimið á Stórubrekku.

Talan er um størstu røktarheimsverkætlanina higartil í landinum. 

- Talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss  og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi.

Sí eisini: Skulu byggja nýtt røktarheim fyri yvir 300 milliónir krónur

Í kvøld fara umboð fyri Tórshavnar kommunu at yvirskipað greiða frá um Røktarheimið á Stórubrekku, sum eftir ætlan skal standa liðugt seint í 2027.

Síðani leggur heildarráðgevin, EYA, fram verkætlanina,  Høvuðsarbeiðstakarin, Articon, leggur fram byggiarbeiðið, áðrenn møguleiki verður at seta spurningar til endans.

Fyrst í apríl skrivaðu Articon og Tórshavnar kommuna undir arbeiðstøkusáttmála á 296.270.627,00 kr. u/mvg. Hetta merkir at savnaði kostnaðurin við øllum fer nakað uppum 300 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder