Innanlands

Kunningartiltak á Kambsdali í annaðkvøld

Tað er eitt høvi hjá komandi næmingum og foreldrum ella avvarðandi at kunna seg nærri. Framløga verður um skúlalívið og ymisku møguleikarnir - Miðnám á Kambsdali hevur seks ymiskar útbúgvingar

Lestrarvegleiðararnir eins og umboð fyri lærugreinir eru tøk til persónliga vegleiðing, og skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum (Mynd: midnam.fo)

Lestrarvegleiðararnir eins og umboð fyri lærugreinir eru tøk til persónliga vegleiðing, og skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum (Mynd: midnam.fo)

2023-02-15 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, hóskvøldið 16. februar, klokkan 19.00 verður kunningartiltak um útbúgvingarnar á gymnasialum miðnámsstigi, sum miðnámskúlin á Kambsdali bjóðar.

Talan er um seks ymiskar útbúgvingar/breytir: búskaparbreyt, fyrireikingarbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, FHS og NGK.

Heimasíðan kambsdalur.fo skrivar, at tiltakið er eitt høvi hjá komandi næmingum og foreldrum ella avvarðandi at koma inn at kunna seg nærri um teir spurningar, sum kunnu stinga seg upp, tá næmingar skulu velja m.a. breyt og vallærugreinir.

- Á skránni er framløga um skúlalívið á Miðnámi á Kambsdali, um útbúgvingarnar og ymsar valmøguleikar. Og høvi verður at hyggja seg um á skúlanum. Lestrarvegleiðararnir eins og umboð fyri lærugreinir eru tøk til persónliga vegleiðing, og skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum.

Heimasíðan hjá miðnámsskúlan skrivar, at kunning um serbreyt skúlans verður eitt sindur seinni, og tað tiltakið verður lýst. 

Fríggjadagin 10. februar tók Óli Wolles við sum rektari á Miðnámi á Kambsdali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder