Í morgin, fríggjadagin, skipar Sendistova Føroya í Keypamanahavn fyri kveikjandi íversetaratiltaki á 5. hædd á Norðurbryggjuni. Á skránni verða framløgur og prát við íverksetar og serkøn á økinum. Brellbitar og okkurt gott at leska sær við verður bjóðað, umframt lutakast við góðum vinningum. Tiltakið er skipað í samstarvi við vinnuframaskipanirnar, ið eru Vinnuframi, Framtak, Íverksetarahúsið og Hugskotið. Endamálið er at skapa bestu umstøður hjá útisetum at fara undir egna fyritøku, meðan teir eru staddir í Keypmannahavn, og samstundis menna eitt sterkt samband heimeftir til Føroya.
Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, setur tiltakið. Framløguhaldarar verða Dann Thorleifsson frá Censure Design, og Casper Blom, ungur danskur íverkseti. Eftir framløgurnar luttaka føroyskir íverksetar úr bæði Føroyum og Danmark, umframt onnur serkøn við básum, har tey greiða frá, hvat tey takast við, svara spurningum og kjakast um hugskot og viðkomandi evni. Tey luttakandi eru:
Drink Saver • Faer Isles Whisky • FarPay • Finsdóttir • 1handplate • Kirvi • Matkovin • Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard • A4/Tín Stálveitari • Alarm.fo • Gómagott • SafeFriend • Silvursnið • TechCare • TOSA • Útilív • Furniturista.dk • Neysting • Hugskotið • Íverksetarahúsið • Vinnuframi • Framtak • Betri • Fróðskaparsetrið
Fleiri av teimum luttakandi íverksetunum sita dagliga á menningardeplinum á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn. Í tøttum samstarvi við føroyskar vinnuframaskipanir bjóðar Sendistovan skrivstovu- og fundarhøli, umframt ókeypis ráðgeving til føroyskar íverksetarar. Møguleiki er hjá íverksetarafyritøkum at leiga arbeiðspláss og atgongd til fundar- og mótttøkuhøli á einari av bestu adressum í Keypmannahavn fyri lagaligar treytir.
- Sendistova Føroya í Keypmannahavn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald