Innanlands

KVF: Pensjónsmálini verða tikin aftur

Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur fingið boð um at taka málini aftur

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-19 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir ætlan skuldu fýra mál til triðju viðgerð í tinginum í dag.

Talan er um uppskotið um at hækka pensjónsaldurin, uppskotið um tíðartreytaða pensjón, uppskot um broyting í lógini um íleggingargrunn fyri Føroyar, og uppskotið um suðuroyartunnilin.

Tingfundurin skuldi byrja klokkan 9.30 í morgun, men hann varð niðurlagdur og stendur nú til at byrja klokkan 13, og verða tvey av málunum nú eisini tikin aftur.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum váttar fyri Kringvarpinum, at hann hevur fingið boð frá samgonguleiðsluni um at taka pensjónsmálini aftur og arbeiða víðari við teimum.

Málið um at hækka pensjónsaldurin hevur elvt til nógv kjak, og hava fakfeløg eisini heitt á samgonguna um at taka uppskotið aftur.

– Pensjónsaldur er ikki nakað ein samgonga ella politisk skipan skal spæla sær við í politiskum rossahandlum. Hetta mál er alt ov álvarsamt til at handfara á henda hátt, og rakar hvørt húski í samfelagnum, skrivar Verkafólk, sum umboðar arbeiðarafeløgini og Fiskimannafelagið.

Les eisini: Heita á samgonguna um at taka uppskotið aftur

Dagførd kl. 11.41


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder