2018-07-06 19:14
Klokkan kvart yvir tvey seinnapartin í dag fekk løgreglan boð um, at ein 27 ára gomul kvinna var dottin av takinum á Atlantis Bio í Klaksvík.
Kvinnan, ið hevði verið í ferð við at mála takið, datt eitt fitt petti niður, sigur vakthavandi á politistøðini. Kvinnan varð flutt á sjúkrahúsið til kanningar, har tað vísti seg, at hon hevði einki brotið.
Arbeiðseftirlitið fer at kanna málið nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald