2018-10-10 06:55
Tað kom til ilnar millum eini hjún í gjárkvøldið, og tvístøðan gjørdist so mikið ógvuslig, at løgreglan mátti kallast.
Hendingin endaði við, at ein persónur nú verður skuldsettur fyri harðskap sambært revsilógini.
Vakthavandi á løgreglustøðini er ikki so sinnaður at koma nærri inn á staklutirnar í hendingini, men tá vit spyrja, um tað var maðurin í hjúnalagnum, sum varð skuldsettur, svarar vakthavandi.
- Nei, hesaferð var tað maðurin, ið var tann órættaði.
Hendingin fór fram í eini bygd á Streymoynni, uttan fyri Havnina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald