Mentan

Kvinnur, blómur og fuglar í Smiðjuni í Lítluvík

Rutt Mikkelsen letur upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn

2019-05-02 17:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi fríggjadag, tann 3. mai, letur Rutt Mikkelsen málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Til hesa framsýningina hevur Rutt málað næstan 40 akrylmálningar, sum flestir eru málaðir í ár. Myndirnar eru í einum figurativum ekspressionistiskum stíli. Motivini eru kvinnur, blómur og fuglar í litføgrum bráum.

Seinast Rutt hevði framsýning í Smiðjuni var í mars 2016, og var heiti tá Kvinnur og Konubrot. Tað var ein sera væl vitjað framsýning.

Síðani Rutt veruliga fór undir at mála, hevur hon ferðast í fleiri stíllegum. Sum listakvinna hevur Rutt bæði eina leitandi og spælandi tilgongd til málingina. Fyri áhaldandi at læra og mennast, roynir hon fegin nýggjar arbeiðshættir. Tískil er altíð spennandi at síggja nýggjar málningar frá Rutt.

Rutt Mikkelsen (1962) hevur alt sítt lív verið hugtikin av tí kreativa. Í 2009 kendi hon av álvara at løriftið var hennara yndisspælipláss. Í 2011 byrjaði hon eina diplomútbúgving á listaskúlanum Lotus Educational Institute Fine Art School í Dubai, har hon fekk intensiva frálæru frá listalærarum við iranskum uppruna. Í 2016 legði hon sítt borgarliga starv til síðis og halgaði seg burturav til málingina. Í løtuni er hon partur av listafelagsskapi í Singapor, har hon býr, og hevur miðvíst arbeitt við hesi framsýning.

Framsýningin er opin fram til týsdagin 7. mai.

- Smiðjan í Lítluvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder