2018-12-03 06:54
Tvær kvinnur, sum sunnunáttina fóru til hendurs á einum skeinkistaði í Havn, hava fingið bót fyri brot á politiviðtøkuna.
Løgreglan kannaði í gjár málið, og kom fram til, at báðar vóru líka góðar um tað, og báðar fáa tí eina bót.
Tað var um trý tíðina sunnunáttina, at løgreglan varð boðsend, tí illstøða var komin millum tvær kvinnur, sum vóru farnar upp at berjast.
Løgreglan hevur annars ikki havt nógv at gera hetta seinasta samdøgrið. Hóast ógvuliga hált var í gjár, og er tað framvegis í morgun, so hevur bert verið talan um kanska tvey smærri hálkuóhapp, men onki ógvusligt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, sum mælir bilførarum til at koyra varliga í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald