Uttanlands

Kvinnurnar tryggjaðu demokratunum sigurin

Týðandi veljarabólkar venda Trump-umsitingini bakið vísa greiningar av amerikanska valinum í gjár

Alexandria Ocasio-Cortez (Mynd: EPA)

Alexandria Ocasio-Cortez (Mynd: EPA)

2018-11-07 08:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, sambært amerikanskum miðlum í morgun, at demokratiski flokkurin tryggjar sær meirilutan í Umboðsmannatinginum. Sambært CNN hevur Donald Trump, forseti, longu ringt til leikaran hjá demokratunum í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, og ynskt henni til lukku við sigrinum.

Les eisini: Sær út til at demokratarnir hava vunnið umboðsmannatingið 

Í Umboðsmannatinginum hava demokratarnir vunnið 13 sessir, sum hava verið mannaðir av republikanarum. Fleiri av sessunum eru vunnir í forstøðum til stórbýir, so sum Kansas Býi, Philadelphia, Pittsburgh, Minneapolis, Miami og Washington D.C., skrivar NRK.

Talan er um økir, sum politiskt verða mett at vera hóvlig, og sum ikki hava góðtikið harða tjóðskaparliga stílin hjá Trump forseta, metir blaðið New York Times.

Serfrøðingar halda, at demokratiski sigurin í Umboðsmannatinginum er komin tí at týðandi veljarabólkar nú taka frástøðu frá umsitingini hjá Trump.

Greiningar av valúrslitinum, sum AP-tíðindastovan hevur gjørt vísir, at seks av tíggju kvinnum hava atkvøtt fyri demokratum til Umboðsmannatingið. Tað er meira javnt millum mannfólkini, vísir kanningin.

Tað sær eisini út til, at metnógvar kvinnur eru valdar inn í Kongressina.

Kvinnurnar vunnu
Uppteljingin vísir higartil, at minst 84 av teimum 435 limunum í Umboðsmannatinginum verða kvinnur. 75 kvinnur hava vunnið síni val, og í nýggju av økjunum, sum higartil enn ikki eru avgjørd, eru bæði valevnini kvinnur.

Í fleiri valøkjum vísir tað seg, at tað júst eru kvinnurnar, sum eiga demokratisku sigrarnar. Ein teirra er Alexandria Ocasio-Cortez, ið gjørdi vart við seg sum yngsta kvinnan, sum er vald í Kongressina, skrivar Fox News.

Hon er 29 ára gomul, um umboðar eitt demokratisk økið, sum millum annað fevnir um býarpartin Queens í New York. Hon kemur í sessin hjá Joe Crowley, sum hevur sitið í sessinum síðan 1999.

Republikanska Marsha Blackburn skrivar søgu við at gerast fyrsti kvinnuligi senatorurin fyri Tennessee. Hon vann á fyrrverandi guvernørinum Phil Bredesen í einum sera spennandi valstríði.

Demokratisku Rashida Tlaib og Ilhan Omar vunnu síni val til Umboðsmannatingið fyri ávikavist Michigan og Minnesota.

Eisini fyrstu muslimsku kvinnurnar eru nú valdar í Umboðsmannatingið. Omar verður eisini tann fyrsta av somalisk-amerikanskum uppruna, sum verður vald í Kongressina.

Eisini tvær kvinnur av frumamerikanskum uppruna vórðu valdar í Kongressina. Demokratarnir Sharice Davids og Deb Haaland vunnu sær sess í Umboðsmannatinginum fyri ávikavist Kansas og New Mexico.

Óvist hvør ræður
Eftir valið í gjár er óvist hvør av flokkunum nú fær ávirkanina í lóggevandi tinginum. Republikanska styrkin hjá Trump úti á bygd, tryggjaði republikanunum meirilutan í Senatinum, meðan veljararnir í býunum sendu greið boð um, at onkur skal halda í teymunum á forsetanum, skrivar New York Times.

Blaðið metir eisini, at politiska og mentanarliga spjaðingin í landinum nú er størri enn tá Trump kom til valdið fyri tveimum árum síðani. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder