Innanlands

Kvívíkar kommuna verður alt meira upplýst

Kommunan vil samstundis verða meiri umhvørvisvinarlig

Mynd: Kvívikar kommuna

Mynd: Kvívikar kommuna

2018-11-01 19:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í ár hevur Kvívíkar kommuna arbeitt við at skifta gøtuljósini á Skælingi og á Válinum til ledljós.

Tað eru fleiri fyrimunur við, at skifta til ledljós. Sparingin í el nýtsluni er stórur, tí ledljósini brúka munandi minni orku enn upprunaligu ljósini. Nýggju ljósini lýsa eisini væl betur. Kommunan hevur valt at skifta øll ljósini í einum á Skælingi og Válinum, so gøtuljósini eru eins. Stórur fyrimunur er at skifta í einum øki samstundis, tí hetta krevur munandi minni viðlíkahald.

Arbeiðið við at skifta ljósini er partur av strategiini hjá Kvívíkar kommunu, har fokus er at blíva meira umhvørvisvinarligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder