Innanlands

Kvøldseta á Kambsdali í kvøld

Fara millum annað at greiða frá nýggjum norðurlendskum samstarvi

2018-11-13 08:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld verður árliga heystkvøldsetan á Miðnámi á Kambsdali. Høvi verður at síggja skúlan og at kunna seg um tað, ið fer fram á skúlanum.

Næmingar á skúlanum fara at framføra tónleik, vísa filmar, greiða frá námsferðum, hava hoyrispøl, lesa upp stuttsøgur og yrkingar.

Eisini fara næmingar í lívfrøði at greiða frá planktonkanningum, sum tey hava gjørt á Skálafjørðinum.

Sum nakað nýtt fer skúlin at hugleiða um noðurlendska samstarvið, sum skúlin er blivin partur av. Ein serstøk norðatlantisk breyt byrjar komandi summar. Næmingarnir á hesi breyt ganga fyrsta árið í skúla í Danmark, annað árið í Føroyum og Íslandi og triðja árið í Grønlandi. Somuleiðis verður greitt frá øðrum samstørvum.

Kvøldsetan er eitt gott høvi hjá teimum, sum umhugsa at fara undir eina miðnámsútbúgving at uppliva, hvat Miðnám á Kambsdali hevur at bjóða. Eisini er hetta eitt gott høvi hjá familju og vinfólki hjá næmingum á skúlanum at uppliva skúlan.

Ein flokkur, sum samlar pening inn til námsferð, fer at selja kaffi og annað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder