Uttanlands

Kynskvotur í norska vinnulívinum

– Tað er eitt týðandi politiskt mál, at bæði kvinnur og menn skulu hava umboðan í valdskipanum í norska samfelagnum, sigur norski vinnumálaráðharrin

Jan Christian Vestre, norskur vinnumálaráðharri (Mynd: NTB)

Jan Christian Vestre, norskur vinnumálaráðharri (Mynd: NTB)

2023-12-22 17:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein breiður meiriluti í norska stórtinginum hevur samtykt eina lóg um kynskvotur í nevndunum hjá ávísum norskum fyritøkum, upplýsir norska stjórnin í tíðindaskrivi.

Hetta merkir, at í nevndum við í minsta lagi trimum limum kunnu bert 60 prosent vera av sama kyni. Nýggju reglurnar um kynskvotur verða ásettar í stigum frá 2024 og fara at vera galdandi fyri umleið 8.000 feløg.

– Tað er eitt týðandi politiskt mál, at bæði kvinnur og menn skulu hava umboðan í valdskipanum í norska samfelagnum, sigur Jan Christian Vestre, norskur vinnumálaráðharri.

– Eg haldi, hetta fer at elva til meira nýskapan og betri avgerðir, leggur hann afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder