Nógvir legokubbar eru gjøgnum árini horvnir niður í magan hjá smáum børnum, sum hava lyndi at stappa alt í munnin.
Ein støða, ið kann fáa tað at renna kalt niður eftir bakinum hjá mongum smábarnaforeldrum, sum í stundini høvdu valt at koyra á skaðastovuna við barninum.
Men nú biðja læknarnir tey ørkymlaðu foreldrini um at taka tað róligt.
Seks læknar úr Bretlandi og Avstralia hava sjálvir lagt kropp til fyri at finna útav, hvussu langa tí tað tekur einum petti úr plasti at koma útaftur, og læknarnir sissa foreldrini.
Í eini grein, prentað í ’Journal og Paediatrics and Child Health’ hava læknarnir gjørt royndir. Teir hava svølgt hvør sítt høvd av einum Lego-fólki, 10 ferðir 10 millimetrar í stødd.
- Vit kunnu ikki biðja okkara royndarpersónar gera nakað, sum vit ikki vildu útsett okkum sjálvum fyri, skriva tey um átutu royndina, sum skrivað verður um í jólaútgávuni av læknatíðarritinum, ið vanliga verður skrivað við einum lítlum skálkabrosi, skrivar dr.dk.
Eftir smápengar, eru leikur nummat tvey á listanum yvir fremmandalikam, sum smá børn svølgja, skriva teir seks granskararnir, sum saman hava ein blogg um pædiatri, barnasjúkufrøði.
Góðu tíðindini eru, at allir granskararnir – ein undantikin – funnu svølgda legopettið aftur seinast tríggjar dagar eftir at tað varð svølgt. Tey kundu eisini staðfesta, at skarnið ikki broyttist meðan royndin fór fram.
- Hjá teimum flestu okkara kom tað út aftur eftir eina til tríggjar vitjanir á vesinum. Men neyðars Damien (ein av granskarunum, red.) fann ikki sín, so vit fingu hann at kanna skarn sítt eftir hvørja vitjan á bukkuni í tvær vikur. Mítt kom út fyrstu ferð, so tað lætti um hjá mær, sigur Grace Leo, ein av talspersónunum við The Guardian.
Hóast ongin av teimum seks hava havt eftirverkir av at svølgja Lego, so leggja tey kortini dent á, at øll foreldur við børnum í somu støðu, sjálvandi skulu fara til læknan, um tey bera ótta fyri heilsuni hjá barninum.
Serliga um tað, sum er endað í tarmskipanini er størri enn 2,5 sentimetrar, ella vandi er fyri, at tað kann vera hvast.
- Um tað er eitt lítið Lego-høvd, er ikki neyðugt at kanna skarnið. Foreldur nýtast ikki at seta seg sjálvi út í ta avbjóðingina, um ikki talan er um eitt Lego-høvd, av serligum týdningi, sigur Grace Leo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald