Innanlands

Lærarafelagið einki hoyrt frá MMR viðvíkjandi kt-økinum

Tá ið semjan millum lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið varð undirskrivað í januar, var semja um at endurskoða arbeiðstíðaravtaluna

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-11 13:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið komu fyrr í ár fram til nýggja semju sína millum. Partur av semjuni var, at partarnir skuldu endurskoða arbeiðstíðaravtaluna, sum viðvíkur kt-økinum, og at hetta arbeiðið skal verða liðug áðrenn árslok í ár.

Herálvur Jacobsen, formaður  Føroya Lærarafelags, sigur við Skúlablaðið, at í semjuni stendur, at partarnir eru samdir um at endurskoða grein 4 í ískoytinum til arbeiðstíðaravtaluna, sum viðvíkur kt-vørði, herundir hvussu skipanin við akkordum skal verða broytt, ella onnur skipan gjørd í staðin, umframt at viðgera markabýtið millum land og kommunur á kt-økinum. Partarnir vóru eisini samdir um at heita á Kommunufelagið at vera við í hesi endurskoðan. Endurskoðanin skal verða liðug til 1. januar í 2019 við virknaði frá skúlaárinum 2019/20, verður sagt.

Tríggir mánaðir eru farnir, og einki er hent.

- Tað hevur alla tíðina verið okkara fatan, at kommunurnar ikki glaðbeintar fara at rinda fyri røkt av teldum, soleiðis sum Mentamálaráðið vil, tí tær eru frammanundan illa royndar av landsins myndugleikum, m.a. í sambandi við yvirtøkuna av eldraøkinum. Mentamálaráðið hevur sett sum treyt fyri at byrja nýggja telduvarðaútbúgving, at ein avtala verður gjørd við kommunurnar um at rinda sín part av rakstrinum av kt-útbúnaðinum í fólkaskúlanum. Ein útreiðsla, sum Mentamálaráðið higartil hevur rindað allan kostnaðin av. Tað er sera óheppið, at útbúgving av kt-vørðum er tikin sum gísli í hesum spurninginum, sigur Herálvur Jacobsen.

Les meira á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder