Innanlands

Lærari sendur heim av námsferð: Var fullur

Rektarin á Glasi váttar fyri Frihedsbrevet.fo, at ein lærari er komin heim av tænastuferð

(Savnsmynd: Landsverk)

(Savnsmynd: Landsverk)

2023-03-19 10:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri flokkar á Glasi hava hesa vikuna verið á námsferð ymsastaðni í Evropa, og sambært Facebooksíðuni hjá skúlanum sær tað áhugavert út.

Men á tí einu ferðini, tók ein trupulleiki seg upp við tí eina læraranum, og hann varð sendur heim. Flokkurin var í portugisiska høvuðsstaðnum Lissabon.

Frihedsbrevet.fo veit frá fleiri keldum, at ein lærari, sum var við á ferðini tóktist ávirkaður, fullur, longu áðrenn fráferð úr Føroyum. Og komin til Portugal er sami lærari eisini burtur í fleiri tímar. Tá hann kom aftur var hann drukkin.

- Talan er um eitt persónsmál, sum eg ikki kann viðmerkja. Men eg kann vátta, at ein lærari er komin heim av tænastuferð, sigur Una Joensen, rektari á Glasi, við Frihedsbrevet.fo.

Flokkarnir sum hava verið á namsferð, komu aftur fríggjadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder