Føroyingar, sum hava fingið játtað hægstu fyritíðarpensjón, skulu eisini kunna fáa pensjón, um tey flyta til Grønlands ella Danmarkar. Tað er semja um eftir ráðharrafund í Keypmannahavn í dag.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, var í dag á fundi við danska ráðharran í arbeiðsmarknaðarmálum, Troels Lund Poulsen og grønlendska almanna- og løgmálaráðharran, Marthu Abelsen.
Eftir fundin komu tey til ta felags niðurstøðu, at marknaforðingarnar í sambandi við fyritíðarpensjón, skulu loysast.
Hetta skal gerast við trimum átøkum:
• Fyritíðarpensjónistar, sum hava fingið fyritíðarpensjón í Danmark ella hægstu fyritíðarpensjón í Føroyum ella Grønlandi, skulu av sær sjálvum fáa fyritíðarpensjón í tí landi, teir flyta til. Orsøkin er, at játtanarreglurnar í sambandi við fyritíðarpensjón í Danmark og hægstu fyritíðarpensjón í ávikavist Grønlandi og Føroyum líkjast sera nógv.
• Fyritíðarpensjónistar, sum ikki av sær sjálvum kunnu fáa játtað fyritíðarpensjón í tí landinum, tey flyta til, skulu kunna taka sína pensjón við sær, flyta tey til landið, í mesta lagi í 12 mánaðir.
• Týða og lata upplýsingar millum londini, til tess at stytta um málsviðgerðartíðina.
- Tað er at gleðast um, at vit – bæði í Føroyum, Grønlandi og Danmark – hava skipanir, sum tryggja okkara pensjónistum eitt uppihaldsgrundarlag. Við hesum nýggju átøkum tryggja vit eisini, at hesar skipanir samstarva á besta hátt fyri borgararnar í øllum trimum londum, eru Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, og hinir báðir ráðharrarnir á einum máli um.
Miðað verður eftir, at 1. januar 2020 hava øll trý londini fingið lóggávuna viðvíkjandi fyritíðarpensjónunum uppá pláss samsvarandi semjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald