Tað verður nú eitt sindur lættari hjá giftum pensjónistum at fáa persónliga viðbót. Persónlig viðbót verður veitt pensjónistum, sum ikki hava ráð at gjalda útreiðslur, sum eru neyðugar og rímiliga grundaðar. Persónlig viðbót verður veitt út frá eini tørvsmeting, har atlit verða tikin til samlaðu fíggjarstøðuna hjá pensjónistinum, og t.v.s. útreiðslur og inntøkur. Áður hevur inntøka hjá møguligum hjúnafelaga eisini verið tikin við, og hevur hetta havt við sær, at ógvuliga fáir giftir pensjónistar hava havt rætt til persónliga viðbót.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur nú broytt kunngerð um persónliga viðbót soleiðis, at frameftir verður inntøka hjá hjúnafelaga ikki tikin við í sambandi við viðgerð av umsókn um persónliga viðbót. Við broytingini fær ein giftur pensjónistur somu treytir sum ein ógiftur pensjónistur, og sum livir í parlagi, boðar Almannamálaráðið frá.
Eyðgunn Samuelsen vísir á, at tað er óheppið, at giftir pensjónistar ikki hava havt sama møguleika sum onnur at fáa hjálp, hóast fíggjarligu umstøðurnar hjá pensjónistinum hava verið sera trongar. Broytta kunngerðin er lýst og harvið komin í gildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald