Innanlands

Landkortini av Føroyum gjørdist føroysk í gjár

Sirið Stenberg sigur at tað gevur nøkur førleikamennandi størv. Hon vónar at fleiri yvirtøkur koma í næsta valskeiði

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-02 21:10 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í gjár 1. apríl gjørdist málsøkið Landkort føroyskt málsøkið. Yvirtøkan hevur við sær, at føroyskir myndugleikar í framtíðini eru lóggávandi vald viðvíkjandi landskortunum.

- Hetta merkir at vit fáa atgongd til eina rúgvu av data, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og Innlendismálum, sum umsitir økið. 

- Tað hevur eisini nakað við dagføring av kortunum at gera, greiðir landsstýriskvinnan frá. Hon sipar til, at kortini fara at verða tøk á telefonini, soleiðis at øll fáa atgongd til tey. Hon heldur eisini, at tað kann gerast kærkomið fyri ferðavinnuna, at landakortini eru á føroyskum hondum. Landsstýriskvinnan sigur eisini, at sjókortini verða yvirtikin 1. januar sum partur av sama máli. 

Tað er Umhvørvisstovan, sum skal umsita økið, og landsstýriskvinnan sigur, at talan verður um nøkur førleikamennandi størv á økinum, men hon viðgongur eisini, at hettar er talan um eitt relativt lítið mál. 

- Hettar er sjálvandi ikki øll loysingin, men hettar er eitt týdningarmikið mál. Familjurættarliga økið varð so eisini yvirtikið. Og vitaverkið og sjókortini koma afturat, og tey hanga væl saman við hesum økinum, sigur hon. Hon sigur seg eisini vera samda í, at tað hava verið ov fáar yvirtøkur í hesum valskeiðinum. 

- Tí eri eg samd í. Man má ganga uppá kompromi í eini samgongu, og vit høvdu kunna hugsað okkum at skorið blokkin. Men vit hava megnað at gjørt okkum meira klár til at skera blokkin við at venda halli til yvirskot, sigur Sirið Stenberg. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder