Innanlands

Veita vanliga bankalán heldur enn realkreditlán til sethúsafígging

Í miðal eru renturnar, ið verða goldnar á ymsu realkreditlánunum íroknað ískoyti, lægri enn miðal- bústaðarlánsrentan, ið verður bjóðað av føroysku peningastovnunum.

2018-11-06 10:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Útlán til sethúsafígging verða í størri mun veitt húsarhaldunum sum vanlig bankalán við broytiligari rentu úr føroysku peningastovnunum, enn sum donsk realkreditlán. Sethúsalánini úr føroysku peningastovnunum eru økt við umleið 20% meðan sethúsafígging úr donskum realkreditstovnum er lækkað við 12% síðani árslok 2013. Av samlaðu útlánunum til sethúsafígging, eru umleið ein fjórðingur fíggjaður úr donskum realkreditstovnum, og restin úr føroysku peningastovnunum sum vanlig sethúsalán. Hetta skrivar Landsbanki Føroya í nýggjari frágreiðing.

Føroysku sethúsalánini hava eitt rentubindingartíðarskeið á undir ein mánað. Tað merkir í roynd og veru at rentan á føroysku sethúsalánunum kann broytast frá degi til dags. Hjá teimum ið hava realkreditlán kann rentan til dømis vera bundin upp í eitt ár, og verður sett av nýggjum á hvørjum ári. Fleiri og fleiri velja tó at fíggja sín sethús við realkreditláni, ið hevur eina rentu sum liggur føst í longri enn 10 ár.

Miðalrentan er lægri á realkreditlánum

Í miðal eru renturnar, ið verða goldnar á ymsu realkreditlánunum íroknað ískoyti, lægri enn miðal- bústaðarlánsrentan, ið verður bjóðað av føroysku peningastovnunum. Húsarhald, ið hava føroysk sethúsalán, gjalda í dag umleið 1 prosentstig meira í rentu ella umleið 900 kr. um mánaðin í meirkostnað fyri hvørja lænta millión krónur, í mun til hvat tey, ið hava realkreditlán, í miðal gjalda (ikki íroknað rentustuðul). Tó kunnu tað vera aðrar tænastur tengdar at føroysku sethúsalánunum, ið eru virðismiklar fyri tað einstaka húsarhaldið so sum kundatænasta, lagaligar treytir; til dømis gjaldsskáa, og umlegging og afturgjald av láni.

Tað er ikki óhugsandi, at rentan aftur kann fara at hækka. Hækkar núverandi føroyska bústaðarlánsrentan við 1 prosentstigi, skal gjaldast umleið 800 kr. meir í rentuútreiðslum um mánaðin fyri hvørja lænta mió. kr.

[object Object]

Les meira í frágreiðingini um sethúsamarknaðin hjá landsbankanum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder