Innanlands

Landsbókasavnið verður 190 ár

Heldur dagin við fyrilestrum, sangi og framsýning

2018-11-07 07:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 9. november verður 190 ára føðingardagur á Landsbókasavninum. Á skránni verður m.a. ‘speakers corner’, har nakrir brúkarar fara at bera Landsbókasavninum stuttar heilsanir – og gestir fáa høvið til tað sama.

Fyrst á skránni eru tveir stuttir fyrilestrar við Svend Højgaard, cand. scient. bibl og Ole Wich, søgufrøðingi.

Svend Højgaard fer at halda fyrilesturin “Landsbókasavnið – vitin í vitanarsamfelagnum”. Hann fer at vísa á nøkur aktuel samfelagsrák, sum eru viðkomandi fyri stovnin, og fer at koma við uppskotum um, hvussu Landsbókasavnið framhaldandi kann mennast og vera viðkomandi fyri einstaklingin og tað føroyska samfelagið.

Síðani fer Ole Wich at halda fyrilesturin “Lyngbye bar gullið av heiði – eitt burturgloymt handrit á Landsbókasavninum”. Hann fer at siga frá einum handritið, sum hann heilt óvæntað kom framá í eini handritaeskju við skjølum eftir V.U. Hammershaimb. Hetta er eitt dømi um, hvat mann kann koma framá í goymslum Landsbókasavnsins. Eitt handrit, sum øll hava hildið var burturmist, er komið undan kavi.

Aftaná Speakers Corner verður so høvið at síggja framsýningina um søgu Landsbókasavnsins. Og sjálvandi, tá føðingardagur er, verður eisini kaffi og lagkøka at fáa

Hanus G. Johansen fer at spæla og syngja til høvið. Tiltakið seinnapartin fríggjadagin er ókeypis. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder