Innanlands

Landssjúkrahúsið hevur nú hjartalæknavakt alt samdøgrið

Hjartasjúkur eru ofta akuttar, og kunnu ikki altíð bíða til dagin eftir

2019-04-08 18:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við fígging úr serstøku serlæknapuljuni er nú skipað soleiðis fyri, at hjartalækni er á vakt á Landssjúkrahúsinum alt samdøgrið.

Tað skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni í dag.

Rudi Kollslíð, hjartalækni á Landssjúkrahúsinum heldur, at tað serliga hjá hjartasjúklingunum er umráðandi at neyðugar hjartakanningar verða gjørdar alt samdøgrið, hvønn einasta dag í árinum. 

- Stovnan av kardiologiskum vaktlagi á Landssjúkrahúsinum er eitt stórt framstig, fyrst og fremst fyri sjúklingarnar, men eisini fyri okkara starvsfelagar, bæði læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru í vakt. Hjartasjúkur eru ofta akuttar. Kanningar og viðgerðir eiga at vera so rættar og skjótar sum til ber og kunnu ikki altíð snikkaleyst bíða til dagin eftir, sigur Rudi Kollslíð við ls.fo.

Landssjúkrahúsið fer sostatt at veita eina kardiologiska tænastu sum er í samsvari við tilmælið hjá danska Heilsustýrinum um, at øll sjúkrahús sum taka ímóti akuttum medisinskum sjúklingum, kunnu veita kardiologiska tænastu í vaktini. Í løtuni starvast tríggir hjartalæknar á Landssjúkrahúsinum.

Skipanin varð sett í verk tann 1. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder