Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur sett leigunevndina av nýggjum. Leigunevndin verður mannað fjórða hvørt ár við einum royndum løgfrøðingi sum formanni, og ávikavist einum búskaparfrøðingi og einum byggikønum í hinum báðum nevndarsessunum.
Limirnir, sum nú eru valdir, eru: Birta Biskopstø, løgfrøðingur, forkvinna í nevndini, Gunnleyg Árnafjall, cand.merc.aud og Peter Ritter, byggifrøðingur.
Sum varalimir eru vald: Kristina Samuelsen, løgfrøðingur, Birna Steingrímsdóttir, búskaparfrøðingur og Jóhan Syderbø, byggifrøðingur.
Leigunevndin hevur til uppgávu at hava eftirlit við, at ásetingarnar í lógini verða hildnar, og at taka avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara, skrivar Almannamálaráðið á heimasíðuni.
Leigunevndin er sett fyri tíðarskeiðið 1. desember 2018 til 31. august 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald