Innanlands

Landsstýrið vil leingja barsilsfarloyvið tvær vikur

Barsilsfarloyvið verður longd upp í 48 vikur. Hækkingin kostar 4 milliónir um árið

Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-16 18:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsstýrið vil fjálga um hjá barnafamiljunum og ætlar tí enn einaferð at leingja tíðarskeiðið, ið familjur hava rætt til barsilspening. Hesa ferð verður skotið upp at leingja tíðarskeiðið 2 vikur.

“Tíðarskeiðið, ið familjur hava rætt til barsilspening, er í hesum valskeiðinum longt íalt 10 vikur ella meira enn 25%”, sigur løgmaður, sum í løtuni umsitur málsøkið.

Fyrst var leingingin 6 vikur úr 38 til 44, síðani 2 vikur upp í 46 vikur og nú 48 vikur.

Rætturin til barsilsfarloyvi er annars íalt 52 vikur, t.v.s. 4 vikur longri enn tíðarskeiðið við rætti til barsilspening. Til ber sostatt eisini at fáa 4 vikur barsil uttan rættin til barsilspening.

Inngjaldið til Barsilsskipanina verður ikki hækkað, hóast tíðarskeiðið verður longt, tí framrokningar vísa, at skipanin klárar hetta fíggjarliga. Roknað verður við, at hækkingin kostar 4 mió.kr um árið.

Fyri at taka eitt fet á javnstøðuleiðini verður onnur vikan av teim tveimum, ið tíðarskeiðið nú verður longt, markað til pápan. Hin vikan verður løgd aftrat felagskvotuni, sum foreldrini sjálvi ráða yvir.

Mamman hevur annars rætt til barsilspening í 14 vikur eftir barnsburð, og pápin fær rætt til barsilspening í 5 vikur. Harumframt fáa foreldrini rætt til barsilspening í 29 vikur, sum tey sjálvi gera av at býta.

Rætturin hjá ættleiðingarforeldrum til barsilspening verður somuleiðis longdur við tveimum vikum. Tey fara sostatt at hava rætt til barsilspening í 52 vikur, eftir at tey hava fingið barnið.

Síðani 1. mars í ár hevur útgjaldið úr Barsilsskipanini verið eftirlønargevandi. Áðrenn varð tað tvungna eftirlønargjaldið drigið av barsilspeninginum, og foreldur fingu eina lægri upphædd útgoldna. Síðani 1. mars er eftirlønargjaldið lagt oman á barsilspeningin, og Barsilsgrunnurin rindar sostatt eftirløn til foreldur, ið eru í barsilsfarloyvi. Eftirlønargjaldið, sum nú er 4%, hækkar til 5% 1. januar 2019 og endar á 12% í 2026.

Longda barsilsfarloyvið kemur ætlandi í gildi 1. apríl 2019, eftir at neyðugar broytingar eru gjørdar hjá kt-veitaranum, sum umsitur skipanina.

Samferðslumálaráðið sendi uppskot til broytingina í barsilslógini til hoyringar í gjár. 

Tíðindaskriv frá Samferðslumálaráðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder