Tá tingfundurin varð settur í morgun boðaði løgtingsformaðurin frá, at nýtt løgtingsmál var komið. Talan er um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum, og snýr seg um, at landsstýrið fer at yvirtaka málsøkið um kort- og landmátingarmyndugleikan.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivar í uppskotinum, at landsstýrið hevur avgjørt at yvirtaka málsøkið, hóast yvirtøkan ikki er nevnd í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu.
- Landsstýrið ynskir at yvirtaka økið, tí at økið hevur so tætt tilknýti til onnur økir, sum eru á føroyskum hondum og eisini eru týdningarmikil partur av samleika føroyinga, stendur at lesa í lógaruppskotinum.
Kort- og landmátingarøkið er í dag stýrt av donskum lógum.
Løgmaður skrivar, at endamálið við lógaruppskotinum er formliga at yvirtaka kort- og landmátingarmyndugleikan sum føroyskt sermál, so at føroyskir myndugleikar taka lóggávuvaldið, útinnandi valdið og fíggjarligu ábyrgdina av málsøkinum.
Kort- og landmátingarmyndugleikin fer at hava ábyrgdina og uppgávuna at gera geodetiskar uppmátingar og topografiska kortlegging. Myndugleikin fevnir eisini um sjókort og sjómátingar.
Kostnaðurin av landkortpartinum verður umleið 2,6 mió. kr., meðan kostnaðurin av sjókortpartinum verður mettur at verða minst 5,6 mió. kr.
Ætlandi verður landkortparturin lagdur til umhvørvismyndugleikan, men endalig støða er ikki tikin til sjókortpartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald