Mentan

Landsstýriskvinnan á vitjan á Skúlanum við Streymin

Nýggi skúlin í Sunda kommunu og tilhoyrandi ítróttarhøll verða klár at taka í nýtslu um eitt ár

(Mynd: sunda.fo)

(Mynd: sunda.fo)

2019-03-27 16:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var Hanna Jensen, landsstýriskvinna við kenslumálum á vitjan í nýggja skúlanum, sum verður bygdur við Streymin. Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.

Sunda kommuna bjóðaði landsstýriskvinnuni norð til Oyrarbakka saman við embætisfólkum, at síggja nýggja Skúlan við Streymin. Endamálið var, at geva landstýriskvinnuni innlit í hvussu skúlin í Sunda kommunu kemur at verða skipaður eftir 2020, og at vísa snotuligu karmarnar fram.

Nýggi skúlin er 1.400 fermetrar til støddar í tveimum hæddum. Umframt tað verður nýmótans ítróttarhøll bygd á økinum. Eftir ætlan verður Skúlin við Streymin og ítróttarhøllin klár at taka í nýtslu á várið 2020.

Landstýriskvinnan við fylgi vórðu víst runt í skúlanum av Jóhan Syderbø, byggileiðara. Hendan dagin var sera nógv virksemi í bygninginum. Tað er Sp/f Jóan Petur Vang, sum byggir.

Fleiri myndir á heimasíðuni hjá Sunda kommunu 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder