Innanlands

Landsstýrismaðurin heldur seg til, at tunnilstoymið skal gera Dalstunnilin

Men tunnilstoymið hevur bara játtan til fýra og ein hálvan mánað í 2019

Dalsvegurin (Mynd: Landsverk)

Dalsvegurin (Mynd: Landsverk)

2018-12-11 17:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, fer at halda seg til raðfestingarnar hjá samgonguni, sum er at tunnilstoymið fyrst ferð í gongd við Dalstunnilin, og síðani tunnil til Fámjins.

Tað staðfesti Heðin Mortensen í tinginum seinnapartin, tá uppskotið hjá Miðflokkinum um at tunnil til Dals uttan um tunnilstoymið var til fyrstu viðgerð.

Samstundis staðfesti Bill Justinussen úr Miðflokkinum, at tunnilstoymið bara kundi arbeiða í fýra og ein hálvan mánað, fyri síðani at steðga arbeiðinum, og taka tað uppaftur árið eftir tá játtan var. Hetta tí bara 7 milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2019.

Tunnilstoymið skal sum skilst hava 20 milliónir árliga fyri at koyra í fullari ferð alt árið.

At pengar vanta í til tunnilsverkætlanir er eisini galdandi fyri Hvalbiartunnilin. Á fíggjarlógini fyri 2019 eru bara settar 30 milliónir av til Hvalbiartunnilin. Ætlanin var annars at 52 milliónir skuldu setast av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder