Innanlands

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum á fleiri stovnvitjanum

Heðin Mortensen vitjar fleiri av stovnunum undir Samferðslumálaráðnum.

Mynd: Samferðslumálaráðið

Mynd: Samferðslumálaráðið

2018-11-29 10:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár var Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum á stovnsvitjan á Landsverki.

Ewald Kjølbro, stjóri og deildarleiðarar greiddu frá nógva og víðfevnda virkseminum hjá Landsverki, og landsstýrismaðurin fekk høvi til at heilsa upp á øll starvsfólkini í fyrisitingini.

Landsstýrismaðurin hevur eisini verið á stovnsvitjan hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, ALS og Akstovuni. Í næstum verður farið til Tvøroyrar at vitja Strandferðsluna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder