Innanlands

Landsstýrismaðurin tilnevndur í morginárið

Løgmaður útnevnir nýggjan landsstýrismann við samferðslumálum

Einki er váttað, men mest sannlíkt er, at Heðin Mortensen verður landsstýrismaður við samferðslumálum, hetta, sum eftir er av valskeiðinum (Savnsmynd)

Einki er váttað, men mest sannlíkt er, at Heðin Mortensen verður landsstýrismaður við samferðslumálum, hetta, sum eftir er av valskeiðinum (Savnsmynd)

2018-11-19 21:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin kl. 8.30 verður samkoma í Tinganesi, tá Aksel V. Johannessen fer at útnevna nýggjan landsstýrismann við innlendismálum.

Síðan Henrik Old legði frá sær sum landsstýrismaður 1. oktober, hevur løgmaður sjálvur røkt uppgávuna sum ovasti fyri Samferðslumálaráðið.

Alt hendir á, at Heðin Mortensen verður settur í embætið, men onki er váttað enn.

Hesi málsøki liggja undir Samferðslumálaráðnum: Arbeiðs- og brunaeftirlitið, arbeiðsloysisskipanin, Vága- og Norðoyatunnlar, Eysturoyar- og Sandoyartunnlar, Vága Floghavn, Landsverk, Strandfaraskip Landsins, arbeiðsmarknaðarmál, ferðsla, vegakervið og barsilsskipanin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder