Innanlands

Landsverk: Bilførarar mugu vera varnir

Nógv vatn er á vegnum uttanfyri Leynatunnilin, Leynamegin og á Norðoyrarvegnum í Klaksvík

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2023-03-21 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur Landsverk heitt á bilførarar um at vísa varsemi, nú blot er komið í kavan, og vandi er fyri áarlopi.

Landsverk ávarar í løtuni eisini um, at nógv vatn er á vegnum uttanfyri Leynatunnilin, Leynamegin og á Norðoyrarvegnum í Klaksvík. Heitt verður tí á bilførarar um at verða varnir.

Í morgun var heldur ikki koyrandi á Selatraðarvegnum orsakað av einum skalvalopi. Men nú er koyrandi aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder