Innanlands

Landsverk gevur Bjarke Ingels skyldina

Ov vánalig ráðgeving er orsøkin til allar eykarokningar, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki

Bjarke Ingels tá Glasir lat upp tann 9. august í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarke Ingels tá Glasir lat upp tann 9. august í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-07 14:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað hevur verið ein ráðgeving sum ikki í nóg stóran mun hevur megnað at lyft uppgávuna. Og tað hava vit stíðst við allan vegin í gjøgnum, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, um Glasir nú brúk er fyri eykajáttan á 18,7 milliónir til eykarokningar.

Danska Bjarke Ingels Group er høvuðsráðgevi, men hevur havt trupulleikar við sínum undirráðgevarum, greiðir Ewald Kjølbro frá, sum eisini sigur, at tað verður eitt rættarligt eftirspæl.

- Slíkar feilir og stórar feilir sum hetta her má ein stillast til ábyrgd fyri, og tað verður eisini gjørt, sigur Ewald Kjølbro í samrøðu við útvarpið.

Í løtuni er samlaða rokningin fyri Glasir 653 milliónir, men hon kann gerast hægri, tí Landsverk hevur gerðarrættarmál í gongd umframt trætumál um 7,7 milliónir krónur.

Les eisini: Hava onga trygd fyri at Glasir er liðugt

[object Object]Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder