- Ein meirútreiðsla, sum stendst av ósamsvari millum tilboðslistar og tekningar, er ikki óvanlig í eini byggitilgongd. Sjálvt um Landsverk í allari byggitilgongdini hevur gjørt alt fyri at halda kostnaðarætlanina, so helt hon ikki, tá alt skuldi gerast upp.
- Hetta er ikki nøktandi og sjálvandi ikki tað úrslitið, sum byggiharrin setti sær fyri.
Tað sigur Landsverk í almennari viðmerking til meirkostnaðin á Glasi, nú brúk er fyri eykajáttan á 18,7 milliónir at rinda eykarokningar við.
Stovnurin vísur á, at frávik á trý prosent ikki eru óvanlig í byggivinnuni.
- Hinvegin vísa allar royndir, at tað nærum er ómøguligt hjá einum ráðgeva ella byggiharra at framleiða eina verkætlan við fullkomnum samsvari millum tekningar og tilboðslistar. Frávík úr einum upp í trý prosent eru heilt vanlig, tá ræður um byggiverkætlanir av slíkum slagi. Bæði hjá almennum og privatum byggiharrum, sigur Landsverk.
(Mynd: Landsverk)
Hóast roknivillur og húsagangur tíðliga í byggitilgongdini høvdu við sær seinkingar og meirkostnað, so er Landsverk at talan er um “eina spennandi og framskygda verkætlan, sum vit føroyingar kunnu vera ernir av”, sum tikið verður til.
- Ikki einans er talan um ein serstakan og stórslignan bygning, men harafturat eru skaptir framúr góðir karmar um lestrarumhvørvið hjá okkara ungdómi, eins væl og fyri bæði lærarar og hini starvsfólkini á Glasi. Tað er tí eingin ivi um, at valið av arkitektauppskotinum hjá BIG var tað rætta. Tó var talan um eina eftir føroyskum viðurskiftum óvanliga stóra og torgreidda verkætlan, sum vit øll onkursvegna hava undirmett, men hava lært nógv av, vísir Landsverk á.
Les eisini: Landsverk gevur Bjarke Ingels skyldina
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald