Innanlands

Langt á mál við fíggjarlógini

Einki álit kom í dag – kallað er aftur til fundar í morgin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-12-12 16:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað tykist sum samgonguni vantar nógv í áðrenn ein fíggjarlóg fyri 2019 kann samtykkjast og avgreiðast í løgtinginum.

Væntað varð, at fíggjarnevndin fór at vera klár við einum áliti í dag, so at løgtingið kundi taka málið til viðgerðar fríggjadagin, ella kanska longu í morgin, um tingið loyvir at vikið verður frá tíðarfreistunum.

Tá dagsskráin fyri tingfundin í dag var komin á mál um hálvgun trýtíðina í dag valdi Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, at niðurleggja fundin og taka hann uppaftur klokkan fýra, tí ”bíðað varð eftir onkrum álitum úr nevndunum”.

Men tá klokkan nærkaðist fýra var álitið, sum flest helst hava bíðað eftir – tað úr fíggjarnevndini – ikki komið.

Bert tvey tingfólk vóru í salinum, tá fundurin so varð uppafturtikin. Løgtingsformaðurin kundi boðað frá tveimum álitum úr nevndunum, sum kundu takast upp til viðgerðar á seinni fundi – harvið meinti hann fríggjadagin, tí álit skulu liggja frammi í minst eitt samdøgur áðrenn tað kann takast upp til viðgerðar.

Og so lýsti hann nýggjan tingfund at vera klokkan 10 í morgin. Á skránni eru aðru viðgerðir av tveimum andstøðuuppskotum og svar upp á tveir skrivligar fyrispurningar.

Kristin er trupulleikin
So dagurin í morgin verður helst eisini at bíða eftir hvítum royki úr fíggjarnevndini. Sambært heimasíðuni hjá løgtinginum verður fundur í fíggjarnevndini í morgin klokkan 13. Umframt sjálva fíggjarlógina, eru heili 17 mál á skránni, sum bíða eftir áliti úr nevndini.

Portalurin skilir, at trupulleikin við nevndararbeiðinum í fíggjarnevndini er Kristin Michelsen, sum er eitt av trimum umboðum hjá samgonguni í nevndini, men sum áður hevur tikið sín stuðul til samgonguna aftur.

Kristin Michelsen var eisini annar av tveimum samgongulimum, sum fyrr í dag atkvøddu ímóti einum máli, sum Magni Laksafoss hevði lagt fyri tingið. Samgongan hevði annars eina avtalu við uttanflokkatingmannin um m.a. at fáa hetta málið ígjøgnum aftur fyri at hann kundi atkvøða fyri fíggjarlógini.

Páll á Reynatúgvu hevur fyrr boðað frá, at ætlanin er at tingið skal fara í jólastøðg fríggjadagin 14. desember. Ivasamt er nú, um fíggjarlógin kann samtykkjast fríggjadagin. Um løgtingsformaðurin broytir ætlanina um at fara í jólastøðg nú, er enn óvist. Hann hevur eisini møguleika at kalla tingið saman millum jólanna fyri at fáa fíggjarlógina upp á pláss innan ársskiftið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder