Uttanlands

Lars-Emil: - Eg eri eskimo

Men hann vil ikki kallast "grønlænder", ið er eitt orð, sum kolonialistarnir eru komnir við

2020-08-04 11:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kjakið um særandi orð herjar eisini í Grønlandi, og hugtakið ”eskimo” er til viðgerðar.

Men nú blandar fyrrverandi landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Lars-Emil Johansen, seg í kjakið og vendir tí á høvdið.

”Jeg er eskimo”, sigur hann í samrøðu við Kristeligt Dagblad, og leggur afturat.

- Eg eri errin av at vera eskimo, tað eru mínar røtur at koma frá eskimoiska fólkinum. Men hvat fólk leggja í orðið eskimo kemur ikki mær við. Eg havi ein stoltleika við at vera eskimo, og tað er tað ongin, ið kann skala. Um ein hevur sjálvsvirðið í lagið, haldi eg ikki, at ein skal hava trupulleikar við tí orðinum, sigur Lars-Emil Johansen við Kristeligt Dagblad.

Her vísir fyrrverandi grønlendski topppolitikarin á, at hann hevur størri stikni av heitinum ”grønlænder”, tí tað er eitt navn, sum er uppfunni av kolonialistunum.

Kjakið um heitið á minnilutum hevur herjað í bæði USA og Evropa seinastu tíðina, har eisini trælahald og hjálandapolitikkur hevur verið til viðgerðar, eitt nú um tað er rætt at heiðra søguligum persónum í amerikansku suðurstatunum við standmynd.

Í Danmark gekk tað yvir tað slagið av pinnísi, ið kallast Eskimo. Fyritøkan Hansen Is valdi at broyta navnið, meðan aðrar fyritøkur vildu varðveita tað. Og í Grønlandi verður dúgliga kjakast um standmyndina av prestinum Hans Egede, sum stendur á einum ábærum plássi í høvuðsstaðnum, Nuuk, og stundum verður útsett fyri herverki.

Les eisini: Herverk á standmynd í Nuuk

Lars Emil Johansen er samdur í, at Egede-standmyndin ikki eigur at standa har, hon stendur, men eigur at flytast til plássið framman fyri Hans Egede Kirke. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder