2018-10-03 08:58
Fólk varnaðust í gjár ein nósa á Leynasandi, og ringdu til løgregluna at boða frá hesum, tí at tey ikki vistu, um tey áttu at gera nakað við hetta.
Løgreglan slær fast, at tað ikki er ráðiligt at fara ov tætt at nósum.
- Nósarnir síggja fittir út við sínum stóru rundu eygum, men teir hava hvassar tenn og kunnu bíta fast. Teir kunnu lætt bíta, og tá er skjótt at bruni kemur í sárið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vanligt er at nósar koma upp um hesa tíðina, men best er at lata teir fáa frið. Teir skulu nokk klára seg sjálvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald