placeholder
Uttanlands

Leicester City-eigari í tyrluvanlukku

Tyrlan datt niður beint uttanfyri King Power Stadium eftir dystin millum Leicester City og West Ham United

Niðurdotna tyrlan hjá Srivaddhanaprabha í eldinum (Mynd: AP)

Niðurdotna tyrlan hjá Srivaddhanaprabha í eldinum (Mynd: AP)

2018-10-28 11:37 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í gjárkvøldið datt tyrlan hjá eigaranum av fótbóltsliðnum Leicester City, Vichai Srivaddhanaprabha, niður beint uttanfyri King Power Stadium, sum er heimavøllur hjá Leicester City. 

Srivaddhanaprabha var umborð á tyrluni, tá hon datt niður, vilja fleiri útlendskir miðlar vera við, m.a. keldur hjá BBC, Reuters og Sky News.

Miðlarnir upplýsa, at umframt Srivaddhanaprabha, var ein dóttir umborð, tveir flogskiparar og ein fimti persónur, sum enn ikki er navngivin. 

Tyrlan fleyg av fótbóltsvøllinum eftir dystin millum Leicester og West Ham United, men uppi yvir parkeringsplássinum uttanfyri vøllin fór tyrlan sum skilst at mala um seg sjálva, áðrenn hon datt niður og eldur kom í, beint áðrenn klokkan 20:30 føroyska tíð.

Tað er enn ikki greitt, um nakar yvirlivdi.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder