
Ringa veðrið hevur við sær, at leiðirnar 5 og 6 gevast at koyra seinnapartin í dag, 7. februar.
Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari
- Leið 5 gevst at koyra týdagin 7. februar kl. 17. Síðsti túrur úr Havn er kl. 16:10. Tá fer leið 6 av Farstøðini og hevur samband við leið 5 í Kaldbaksbotni kl. 16:28, ið fer til Kaldbaks. Leiðin byrjar at koyra aftur mikumorgunin 8. februar kl. 10:16 úr Kirkjubø og kl. 9:20 úr Kaldbak.
Leið 6 gevst at koyra beint áðrenn klokkan 17 Leiðin byrjar at koyra aftur mikumorgunin 8. februar kl. 9:32 av Signabø, skrivar torshavn.fo.
Bygdaleiðir eru eisini nógv ávirkaðir av veðrinum og eisini fleiri strandfaraskip. Til ber at fáa yvirlit á ssl.fo.
Fyrr í dag boðaði Sunda kommuna frá, at bussleiðin har ikki koyrir í dag, 7. februar, vegna sera ringt veður.
Eysturkommunu skrivar, at vegna veður koyrir Eysturleiðin seinasta túrin úr Syðrugøtu klokkan 16.30 í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald