Mentan

Leikurin um rækjuna úr Maxim um at vera klárur

Frumframførslan verður í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið

2021-02-23 10:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið hevur farsan um “Gentuna úr Maxim” frumframførslu í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Ikki færri enn 20 leikarar – áhugaleikarar í øllum aldri – eru við í leikinum, sum upprunaliga varð skrivaður av Georges Feydaeu í 1899. Tað er ein nýstovnaður áhugaleikbólkur, kallaður Brestir, sum setir leikin upp í samstarvi við Sjónleikarhúsið.

Farsan, ella skemtileikurin, er um eina sangarinnu, í leikinum nevnd Rækjan, sum skapar ruðulleika í lívinum hjá einum hábærsligum lækna í Paris. Tey, sum spæla høvuðsleiklutirnar í leikinum eru Magnus Reinert Gásadal, Magni Joensen, Bjørk Tórgarð, Rannvá Álaberg og Rógvi B. Dam.

Fríggjadagin vórðu atgongumerkini sett til sølu á atgongumerki.fo. Áskoðararnir koma ikki at sita í vanligum stólarøðum, men við smá borð. Tí telur hvørt atgongumerki fyri tvey pláss, hetta fyri at tryggja frástøðuna til næsta atgongumerkið, sum eisini telur tvey pláss. Longu nú er næstan útselt til allar sýningarnar, sum fyribils eru settar til sølu.

Í steðginum verður møguleiki at fáa okkurt forfrískandi frá einum tænara, heldur enn at fara út í gongina at standa í bíðirøð.

Leikararnir, sum allir fyrr hava roynt at staði á palli, hava vant saman seinastu sjey vikurnar. Pallurin er settur upp, sum eitt heim í Paris síðst í 1800-talinum, og gevur hetta áskoðaranum eina kenslu av at fara aftur í tíðina.

Pallsniðgevi er Sasho Bjartsson og sett pallin upp hava Rúni Wolfang Højgaard og Sasho Bjartsson.

Búnarnir geva eisini áskoðarunum eina kenslu av, at tú ikki longur ert í ár 2021, men heldur ert til eina sýning í tíðini, tá Feydeau livdi. Búnunum hevur Rannvá Álaberg staðið fyri saman við einum toymi av seymikonum, sum eisini verða at síggja á pallinum.

Magnus Reinert Gásadal hevur teknað plakatina til leikin.

Les eisini: Gentan úr Maxim í Sjónleikarhúsinum   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder