Innanlands

Leitingin á sjógvi og landi steðgað

Eingin hevur fráboðað nakran, sum er saknaður

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-07-26 07:36 Author image
Oda Strøm
placeholder

Leitingin bæði á sjógvi og landi er steðgað, eftir at ein persónbilur varð funnin á sjónum undir gamla leirvíksvegnum í gjár, sigur Kringvarpið.

Einki fólk er saknað, so væntað verður, at bilurin var tómur, tá hann fór á sjógv, 200 metrar norðanfyri nýggja húsið hjá SEV við leirvíksvegin. Lykilin stóð í bilinum, og bilurin, sum hevur automatiskt gear, stóð í neutral.

Løgreglan fann eisini tann, sum eigur bilin, men bileigarin visti ikki, at bilurin var horvin, ella at nakar hevði tikið hann.

Sambært løgregluni hoyrdi bilurin til eitt virki, og nógv fólk kundu havt atgongd til bilin, men enn veit løgreglan ikki, hvør hevði sett bilin har. Nakrar avhoyringar verða tó gjørdar í dag, og so verður støða tikin til, hvat verður gjørt. 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder